Brennir tú fyri kappróðri og hevur miðlan tín áhuga? Vilt tú fáa teg royndan aftan fyri eina mikrofon? Og ikki minst, vilt tú vera við til at mynda kappróðrarkjakið í summar? So hava vit tann perfekta møguleikan til tín her á Rás 2 – Hitt Radio.
Vit leita eftir einum verti (M/K) til kappróðrarsendingina í summar. Sum vertur fart tú stórt rásarúm til at mynda sendingarnar, velja innihaldið og skapa kjak. FM-stevnurnar byrja við norðoyarstevnu 31. Maj. Atlanin er at sendingin fer av bakkastokið nakrar vikur undan fyrstu stevnu og heldur á til vikuna aftaná Ólavsøku.
Vit vanta at tú ert áhugaður í kappróðri. Hevur áræði og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Royndir innan miðlan er ein fyrimunnur men ikki eitt krav.
Tú fart upplæring í at brúka útvarpsútgerðina.
Vertinir á Rás 2 eru tímaløntir. Starvi er lønt eftir nærri avtalu ímillum Rás 2 og vertin.
Áhugaði kunnu venda sær til ras2@ras.fo