LIVE

Valmynd

Lýsingar

Vit bjóða bæði lýsingar á Rás2 og á heimasíðuni.

Rás 2 er staðsett í Saltangará, og røkkur út um alt landið. Vit kunnu bjóðað lýsingar sum koyra allan dagin.

Rás 2 er ein nýggj støð, ið fokuserar upp á “easy listening”, við góðum tónleiki og ymiskum áhugaverdum sendingum, sum koma á skrá.

Rás 2 hevur brúk fyri samstarvspartnarum, fyri at skapa ein tryggan karm um støðina. 

Vit hava fleiri møguleikar at lýsa á Rás 2, td.

Grøni pakkin – “Samstarvspakkin”

Tit fáa lýsing 3. hvønn tíma, alt samdøgnið; onkuntíð meir og onkuntíð minni. Vit gera lýsingina/irnar, og tit kunnu altíð koma við nýggjum lýsingum, sum vit so sjálvandi eisini framleiða.

Blái pakkin – “Samstarvspakkin + kampanja”

Afturat hesum bjóða vit kampanjupakkan. Hetta er tá tit hava eina serliga kampanju, sum koyrir yvir ein mánað. Tá verður lýsingin send annaðhvønn tíma. Vit framleiða lýsingina. 

Reyði pakkin – “Samstarvspakkin + kampanja + sending frá virkinum”

Afturat grøna og blá pakkanum kunnu vit bjóða eina sending á ein tíma frá tygara virki. Sendingin verður endursend minst tvær ferðir.

Guli pakkin – “Vit eru við”

Vit gera eina lýsing, sum koyrir minst 4-5 ferðir um dagin.

Seti tykkum endiliga í samband við okkum fyri at hoyra um prís og møguleikar.

Ynskir tú at lýsa á Rás 2, so set teg í samband við okkum á ras2@ras2.fo. Vit snikka eitt tilboð saman, sum passar tær og tínari fyritøku, stovni ella felagskapi.

Kunngerðir: Send okkum tína kunngerð á ras2@ras2.fo. Tað kostar 750,- (+mvg)/dag at fáa eina kunngerð senda á Rás 2. Kunngerðin verður lisin 4 ferðir ígjøgnum dagin og løgd á heimasíðu okkara.