Søkt verður eftir tveimum fólkum at gera reint í Tofta skúla. Størvini verða sett frá 20. oktober  2025.

Vaskað verður 23 tímar um vikuna, tá skúlagongd er. Størvini er tímalønt.

Løn samb. sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Skrivlig umsókn verður at senda til Nes kommunu, Toftavegur 3, 650 Toftir, ella við telduposti nes@nes.fo, í seinasta lagi 15. oktober 2025 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til umsjónarmannin í Tofta skúla á tlf. 565003.

Starvssetanin er treytað av, at barnaváttan fæst.

Nes Kommuna