Tíðindaskriv 12.03.2025
Í samband við Alheims sosialráðgevaradagin, skipar SRF fyri almennum tiltaki, sum verður í:
Starvsfelagunum, J.H. Schrøtersgøta 9, týsdagin 18. mars 2025, frá kl. 18.30 til 21.30
Ársins tema leggur dent á at styrkja samanhaldið millum ættarlið og týdningin av umsorgan og virðing tvørturum ættarlið fyri at byggja sterk samfeløg, varðveita umhvørvið og deila vísdóm fyri eini betri framtíð.
Á skránni verður:
- Vælkomin: Hallbjørg Lamhauge, forkvinna í SRF bjóðar vælkomin.
- Framløga: Rúna Sivertsen: Hvussu styrkja sosialráðgevar samanhald og virðing millum ættarlið
- Undirhald: Drekkamuður og tónleikaframførsla við Biritu Adelu
- Sofaprát: Luttakarar: Rúna Sivertsen, Karin Reginsdóttir Joensen, Marjun Kálvalíð:
Hvussu byggja vit sambond, sum virðismeta vísdómin hjá okkara eldru, samstundis sum tey geva yngru ættarliðunum møguleikar til at loysa nútíðar avbjóðingar og ímynda sær eina betri framtíð.
Tilmelding: Vinarliga boða frá luttøku á: srfelag@gmail.com