Ert tú frælsislyntur borgarligur veljari, gevur borgarligur politikkur góða meining. Tí borgarligur politikkur snýr seg um at hava fult ræði á egnum viðurskiftum og at kunna velja dygdargóðar tænastur frá kommununi
Eg ynski fyrst og fremst at borgarin, familjan og vinnan fær eitt so stórt frælsi sum gjørligt at trívast í Tórshavnar kommunu. Hetta borgarliga frælsi kann eg best lýsa soleiðis:
Frælsi hjá okkara ungu at fáa góð og fjølbroytt tilboð um bústaðir í kommununi
Frælsi hjá okkara barnafamiljum at fáa nøktandi tænastur á dagstovnaøkinum
Frælsi hjá foreldrum at velja ein dygdargóðan skúla til børnini
Frælsi hjá okkara ungdómi at kunna velja nøktandi og fjølbroytt ítróttartilboð og onnur fríðtíðartilboð.
Frælsi hjá okkara eldri borgarum at vera sum longst í sínum egna bústaði, ella kunna leiga ella ogna sær ein eldrabústað.
Frælsi hjá okkara eldru, sum hava tørv á góðari røkt, at fáa góð tilboð um røktarheim ella umlætting.
Frælsi hjá vinnuni at kunna virka og vaksa um sítt virksemi í kommuni.