Sjómenn við niðursettari hoyrn hava torførari at fáa bláubók. Vit spyrja hví á pallborðsfundi á Torradøgnum í Klaksvík leygardagin 22.februar.

Tosað verður eisini við sjómenn um at hava niðursetta hoyrn og arbeiða umborð á skipi.

Teknmálskafe letur upp klokkan 11 leygardagin.

Klokkan 12 tosa vit við sjómenn.

Klokkan 13 byrjar pallborðsfundur.

Luttakarar eru Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, Henrik Old, løgtingsmaður.