Eftir at ferðafólk á ferjunum hjá Strandferðsluni í samband við nýggju prísskipanina nú keypa
ferðaseðilin í bíleggingarskipanini, hevur onkur avbjóðing verið við at avgreiða ferðafólk í bólki.
Á Krambatanga gekk tað í morgun ov seint við at fáa ítróttarfólk umborð á Smyril, tí talgildi
parturin í bíleggingarskipanini, ið skal handfara størri bólkar av ferðafólkum, enn manglar at
virka, sum hann skal. Hesin parturin verður tó ætlandi klárur heilt skjótt.
Strandferðslan hevur eftirmett støðuna, ið tók seg upp í morgun og tikið stig til, at hetta ikki
endurtekur seg. Avgreiðslan av bólkum av ítróttarfólkum og øðrum størri bólkum verður tí
frameftir skipað soleiðis, at hesi koma skjótari umborð.
Síðani síðsta summar hava akfør á suðuroyarleiðini kunnað keypt ferðaseðil umvegis
bíleggingarskipanina. Nú ið nýggja prísskipanin varð sett í verk fyri knøppum trimum vikum
síðani, var tað við tí fortreyt, at eisini ferðafólk bíleggja og keypa ferðaseðilin á alnótini.
”Samanumtikið eru bíleggingarskipanin og nýggja prísskipanin væl móttiknar. Stórar
broytingar hava tó serliga í byrjanini við sær lýtir og barnasjúkur, og tað tekur tíð at venja seg
við nýggjar mannagongdir”, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.