Afturvendandi spurningurin er altíð :“hvar eru føroysku filmarnir?”  Eftir ætlan verður hesin spurningurin lættur at svara í nærmastu framtíð.

Filmshúsið hevur nevniliga tikið stig til at menna eina føroyska stroymingartænastu, har allar føroyskar filmsframleiðslur og røðir verða nettøkar. Skipanin verður samstundis eisini okkara felags, føroyska filmssavn, sum øll fáa atgongd til.
Ætlanin er at flokka framleiðslurnar og skipa fyri at nýggjastu framleiðslurnar verða atkomiligar fyri eina rímuliga upphædd, sum fer beinleiðis til føroyska framleiðaran. Aðrar eldri framleiðslur verða ókeypis.

Við hesum tryggja vit, at:

·         føroyingar fáa møguleikan, at síggja føroyskar framleiðslur á føroyskum.

·         føroysk børn kunnu síggja føroyskt tilfar á føroyskum og úr føroyskum jørðildi.

·         føroyskar framleiðslur ikki hvørva, men verða varðveittar og tøkar nú og í framtíðini

·         filmsfólk fáa ein pall at vísa og selja síni verk í Føroyum og uttanlands

·         føroyskur filmur verður atkomuligur hjá øllum heiminum á ein einfaldan hátt

·         at okkara felags mentanararvur verður varðveittur

Filmshúsið hevur ment alla verkætlanina og fer at umsita skipanina í samstarvi við veitaran. Verkætlan er umfatandi, men vit miðja ímóti, at skipanin verður tøk í ár.

Vit fegnast um, at verkætlanin er sett í gongd og fólk eru farin til verka. At savna allar føroyskar filmar hevur leingi verið eitt av málunum hjá Filmshúsinum”, sigur Jan Berg Jørgensen formaður í stýrinum fyri Filmshúsið. “Hóast fæið í filmgrunnurin ikki er nógv, so er nokk so nógv framleitt hóast alt, so mann kann bara ímynda sær, hvat hevði komið burturúr, um vit høvðu økt um fæið í grunninum”, leggur Jan Berg Jøregensen afturat.

Filmshúsið samstarvar við Kringvarp Føroya, Flowcore og felagið Føroysk Filmsfólk.

Øll fáa atgongd til savnið bæði á føroyskum og á enskum. Stroymingartænastan, og harvið filmssavnið, verður atkomilig í øllum heiminum.