Ruskinnsavningin í Tórshavnar kommunu juni 2025_web_ErlaR

Sáttmálin um ruskinnsavning í Tórshavnar kommunu gongur út 30. september 2026, og tí verður arbeiðið nú bjóðað út av nýggjum. Tilboð skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. august 2025 klokkan 13.

Ruskinnsavningin fevnir í høvuðsheitum um hesi øki:

Húsarhaldsburturkast

  • Innsavning av húsarhaldsburturkasti í plastruskposum frá øllum húskjum í kommununi, og í hesum sambandi eisini bingjum frá privatum húskjum
  • Útbering av húsarhaldsposum í rullum 2 ferðir um árið til øll húski í kommununi
  • Innsavning av húsarhaldsburturkasti í vinnu/eykaposum frá húskjum, vinnu og stovnum
  • Innsavning av húsarhaldslíknandi burturkasti í bingjum frá virkjum, stovnum og bingjuplássum


Vandamikið burturkast

  • Innsavning av posum við serliga dálkandi / vandamiklum burturkasti frá húskjum í allari kommununi
  • Útbering av posa til vandamikið burturkast 2 ferðir um árið til øll húski í kommununi


Papp, pappír og bleytt plast

  • Innsavning av blandaðum pappi, pappíri og bleytum plasti frá húsarhaldum í allari kommununi (í felagsøkjum fer innsavningin fram í bingjum, meðan innsavningin frá húsarhaldum í øðrum økjum fer fram antin í posum ella í plastspannum)
  • Innsavning av blandaðum pappi, pappíri og bleytum plasti í plastíløtum frá stovnum og virkjum


Lívrunnið burturkast

  • Innsavning av lívrunnum burturkasti frá virkjum og handilsfyritøkum at lata til Førka í plastíløtum 

Sáttmálatíðarskeiðið byrjar 1. oktober 2026 og kann vara heilt upp í 12 ár, um el-bilar verða nýttir. Annars er sáttmálatíðarskeiðið 8 ár.

Tórshavnar kommuna kann leingja sáttmálan eitt ár í senn upp til tríggjar ferðir við óbroyttum treytum.

Útbjóðingartilfar verður útflýggjað í telduposti og kann bíleggjast frá Tórshavnar kommunu við at senda teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Allir fyrispurningar viðvíkjandi útbjóðingini skulu stílast við telduposti til johnerik@torshavn.fo, telefon 59 09 79 ella við telduposti til marius@torshavn.fo, telefon 21 53 09. Fyrispurningar kunnu ikki setast eftir 21. juli 2025.

Boðini skulu latast inn í afturlatnum brævbjálva til:

Tórshavnar kommuna
Vaglið 1
Postboks 32
FO-110 Tórshavn
Att. Kommunala Brennistøðin

Boðini skulu merkjast: »Tórshavnar kommuna: Útbjóðing av ruskinnsavning«.

Tilboð skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. august 2025 klokkan 13 á Ráðhúsinum, Vaglið 1, FO-100 Tórshavn. Eftir hetta verða tilboðini latin upp, og tey, sum hava latið boð inn, kunnu vera til staðar, tá ið tilboðini verða latin upp.