Ein heilur seinnapartur var settur av til eina sending, sum snúi seg um Ísrael og til minnis um krystalnáttina
KRYSTALNÁTTIN: Náttina millum 9. og 10. novembur 1938 herjaðu nasistar í týsklandi gjøgnum jødiskar býarpartar har tey knústu útivið 7500 handlar, brendu niður 267 sýnagogur og drupu nærum 100 jødar. Fleiri 1000 onnur vóru illa viðfarin og millum 25 og 30.000 jødiskir menn vóru tiknir og beindir í konsentratiónslegur. Neistin, sum festi í gløðandi jødahatri, var at tann bara 17. ára gamli jødiski Herschel Grynszpan t. 7 novembur skeyt ein diplomat á týsku ambassaduni í París sum aftursvar til at foreldur hansara vóru burturflutt saman við 17.000 øðrum jødum í kríatúrsvognum til polska markið, har tey vóru slept leys undir ræðuligum korum. Tá hesin andaðist 9. novembur eksploderaði haturin við krystall-náttini og eftirfylgjandi jødatýningini um alt evropa undir 2. heimsbardaga.
Rás 2 mintist hendingina hósdagin 9. novembur, har vit allan seinnapartin settu sjóneykuna á søguna og støðuna í dag – eftir 7. oktobur 2023. Eisini var prátað um sambandi millum Føroyar og Ísrael eins og vit frættu úr Ísrael og tosaðu við ísraelar bæði í og uttanfyri Føroyar.