Eftir at Rás 2 gjørdi avtalu við altjóða miðlamannin Jotam Confino, sum búleikast í Ísrael, um eina vikuliga miðling av støðuni í Miðeystri, hava vit hesa vikuna merkt ágang frá fólki, sum eru ímóti hesum.

Soleiðis hava vit verið varug við, at serstakliga Jotam Confino sum persónur hevur verið hongdur út eins og samhugi við yvirgangsfelaggskapum hevur verið vístur sum viðmerkingar undir hesum uppsløgum.

Vit á Rás 2 taka frástøðu frá hesum sum fólk hava skrivað á vanganum hjá Rás 2, og hava tískil valt at sletta fleiri uppsløg. Framyvir vera tað bara fólk, sum fylgja Rás 2, sum kunnu viðmerkja á Facebook síðuni hjá Rás 2, hetta fyri so vítt gjørligt at verja fyri ótilhoyriligum og niðrandi viðmerkingum á vanganum hjá Rás 2.

Vikuliga miðeysturdagføringin hjá Jotam Confino er at hoyra mikudagar eftir ensku tíðindini kl 14 og verður síðani løgd út á heimasíðu og app okkara.