Jens Hákun Leo tosaði við Luton-fjepparan Eirik Persson Jacobsen, sum ikki var so fegin um, at Everton fyri einaferð skyld megnaði at basa grannunum úr Liverpool í gjárkvøldið. Talan var um trý sera týdningarmikil stig fyri Everton, meðan Liverpool hinvegin fekk enn eitt skot fyri bógvin í stríðnum um meistaraheitið.
Crystal Palace vann móti Newcastle og hevur eins og Everton meira ella tikið seg úr botnstríðnum, og eftir stendur spurningurin, hvør av Burnley, Luton ella Nottingham yvirlivir í Premier League í ár.
Jens Hákun og Eirikur tosaðu eisini um hálvfinaluna í FA Cup millum Coventry og Manchester United, og teir umrøddu harumframt toppstríðið í The Championship umframt meistaraheitini hjá Bayer Leverkusen og Inter Milan í ávikavist Týsklandi og Italia.