Jens Hákun Leo tosaði við Ólav í Geil um kappingarárið hjá Arsenal í ár. Arsenal endaði tvey stig aftanfyri City á stigatalvuni, og møguliga var tað javnleikurin móti City á páskum, sum kostaði Arsenal meistaraheitið í ár.
Í seinnu hálvu av sendingini tosaði Jens Hákun við Jákup Andrias Kristiansen um kappingarárið hjá United í ár, og teir hugdu eisini fram móti FA Cup finaluni, sum verður um vikuskiftið millum United og City.