Jens Hákun Leo og John Andersen viðgjørdu tær sera dramatisku fjórðingsfinalurnar í FA Cup hjá United og Coventry og hugdu fram ímóti næsta umfarinum í Premier League, sum verður aftaná landsliðssteðgin. Tá bresta City og Arsenal bresta á Etihad, Liverpool tekur ímóti Brighton á Merseyside, meðan United er á útivølli í Vesturlondon móti Brentford. Jens Hákun og John komu eisini inn á revsingina og tey fýra stigini, sum Nottingham Forest nú hevur mist fyri brot á reglurnar um “financial fair play”. Er hetta ein rættvís revsing, sum Nottingham Forest hevur fingið, havandi í huga tær 115 ákærurnar um fíggjarligt óskil, sum framvegis hanga yvir høvdinum hjá Manchester City?