Jens Hákun Leo tosaði við Finn Johannessen, sum heldur við Everton, og við Boga Simonsen, sum heldur við Liverpool. Prátið kom inn á Jürgen Klopp, ið sum øllum kunnugt nýliga hevur boðað frá, at hann gevst í Liverpool í summar – og so varð eisini býtúrurin hjá Marcus Rashford í Belfast umrøddur. Harumframt umrøddu menn eisini gongdina hjá Everton síðstu tíðina og dystirnar, sum standa fyri framman um vikuskiftið.