Lova HARRANUM! – Páskastevna í Bylgjuni í Runavík
Frá skírisdegi til páskadag verður páskastevna í Bylgjuni í Runavík undir heitinum:
“Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara.”
Stevnan byrjar Skíriskvøld klokkan 20:00 við bønamøti og minnismáltíð Harrans, har Niels Pauli
Nónstein kemur at tala.
Høvuðsboðskapurin gjøgnum vikuskiftið er ein áminning og eggjan um at lova HARRANUM og minnast
allar vælgerðir Hansara – mitt í lívsins viðurskiftum.
Skráin er fjølbroytt og her er okkurt til øll – bæði børn, ung og vaksin.
Millum talararnar eru Unn og Jógvan Zachariassen, Niels Pauli Nónstein, Petur Hansen, Malan á Dul
Nielsen og Karl Gregersen.
Fleiri góðir tónleikarar verða við, og vit fáa framførslur frá Annu Sabina á Torkilsheyggi, Berøakórinum og
frá Brandi og Sandru.
Langafríggjadag og leygardag byrja møtini kl. 19:00, og ungdómsmøtini byrja klokkan 21:00.
Til ungdómsmøtini tala Niels Pauli Nónstein og Kári á Torkilsheyggi, sum spyr:
“Hvat er kaffi?” – ein hugvekjandi inngangur til eitt djypri evni.
Páskadag klokkan 11:00 verður breyðbróting, og klokkan 16:00 verður familjumøti við søgu og sangi fyri
stór og smá.
Stevnan endar páskadag klokkan 18:00, har Unn og Jógvan Zachariassen tala um at líta á Gud – eisini tá
orkan ikki røkkur.
Fleiri møtir verða týdd til enskt, og teknmálstulking verður Langafríggjakvøld klokkan 19:00, Páskadag
klokkan 16:00 og klokkan 18:00.
Bønarlinjan er opin alt vikuskiftið á tlf. 599994, og høvi verður at vitja bønarrúmið í Bylgjuni meðan møtini
eru.
Nærri skrá er at finna á Facebook-vangunum hjá Elim, Berøa og Nebo og undir kjak/discussion í
tiltakinum her: https://www.facebook.com/share/1LcPHuXcv8/.
Vit gleða okkum at síggja teg til Páskastevnuna – Lova HARRANUM! – í Bylgjuni í Runavík.
Samkomurnar í Elim, Berøa, Nerija og Nebo
