Við felags arbeiðsætlanini Nordic Sustainable Construction 2025-2027 halda norðurlondini fram at samstarva um at gera byggingina grønari, meira sirkulera og talgilda – og at styrkja ta felags norðurlendsku grønu røddina í ES.
14. august 2025 – Byggigeirin er triðstørsta ídnaðarvistskipanin í ES og stendur fyri 50% av tilfeingis-útvinninginum, 35% av ruskframleiðsluni í ES og stuðlar neiliga til CO₂-útlátið. Síðan 2021 hava norðurlondini samstarvað um at minka um negativu ávirkanina av byggivinnuni á veðurlagið og umhvørvið. Norðurlendska Ráðharraráðið byggir nú víðari á úrslitini av hesum samstarvi við at seta í gongd ætlanina Nordic Sustainable Building 2025-2027, sum fer at stuðla grøna umskiftinum í byggivinnuni.
Ætlanin fer at styrkja samstarv og vitanardeiling millum myndugleikar, vinnu og serfrøðingar í øllum Norðurlondum. Ætlanin fer harvið at vera við til at gjøgnumføra visiónina um, at Norðurlond skulu vera heimsins mest burðardygga og integreraða øki í 2030.
Ætlanin leggur dent á:
- Veðurlag: Harmonisering av “livscyklusvurderinger (LCA), lavemissionsløsninger og klimatilpasning”
- Sirkularitet: Betri gagnnýtslu av verandi fermetrum, endurnýtslu av byggitilfari og førleikamenning
- Talgilding: Dáturiknar og talgildar loysnir í byggivinnuni
- Fokus á ES: Greining og íkast til komandi ES-reguleringar innan bygda umhvørvið við norðurlendskum íkasti
Ísland leiðir initiativini á veðurlagsøkinum, Sverige samskipar felags ES-fokusið, meðan Danmark hevur ábyrgd av sirkulariteti og rekur felags skrivstovuna, sum skal tryggja samskipanina osv.
Øll átøk verða framd í tøttum samstarvi millum norðurlendsku byggi- og bústaðarmyndugleikarnar, serfrøðingar og byggiharrar.
Málið er at útvega ítøkilig amboð og vitan, sum stuðla burðardyggum loysnum í bygging, t.d.:
- Uppskot til effektiva regulering um veðurlagsávirkanina av bygningum
- Uppskot til regulering, sum kann økja um gagnnýtsluna av verandi fermetrum
- Felags norðurlendskir hættir at meta endurnýtslutilfar til byggivinnu
- Útbreiðsla av undirvísingartilfari á lærupallinum Skills4Reuse.com
- Økta norðurlendska ávirkan á byggipolitikkin hjá ES
Bakgrund
Átakið stavar frá avgerðini hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2018 um at einsrætta nýggjar byggireglugerðir og frá felags visiónini hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum í 2019 um at gera Norðurlond til heimsins mest burðardygga øki. Í juni 2025 varð avgjørt at halda fram við ætlanini til 2027.
Les meira um samstarvið og finn amboð og úrslit frá fyrsta stigi í Toolbox for Future-Proof Construction: www.nordicsustainableconstruction.com
Kontaktpersónur: Helle Redder Momsen, skrivstovuleiðari í Nordic Sustainable Construction. Teldupostur: heremo@sbst.dk, telefon: +4529635239.