Leygardagin var móttøka í sambandi við, at Navia læt nýggjan handil upp í gamla handilsbygningin hjá Andreasi í Vágsbotni
Fleiri spent fólk møttu upp leygardagin, tá dyrnarnar aftur vórðu latnar upp í gamla handlinum.
– Tað er altíð spennandi, tá nýtt letur upp í miðbýnum og leggur aftrat við nýggjum lívi. Hvussu fer at síggja út? Hvat verður at fáa? Og hvussu fara fólk at taka ímóti tí nýggja?
Eg ivist ikki í, at nýggi handilin í verður eitt gott íkast til okkara miðbý.
Segði Elsa Berg, borgarstjóri, í røðu sínari leygardagin.
– Óli Kristian, hetta við at brúka gomlu røturnar í nýggjum hami er ikki heilt nýtt hjá tær. Sum fjórða ættarlið hevur tú endurskapt og nýmótansgjørt føroysku rávøruna til nakað, ið ikki bara vermar okkum, men eisini nakað bæði vit og fólk úti í heimi kenna sum eitt vørumerki.
– Tit hava ment tykkara virksemi gjøgnum árini við vøruúrvali, umvælingum og fleiri handlum
Í dag legst so ein nýggjur handil aftrat virkseminum hjá Navia – her, mitt í Vágsbotni í gamla handilsbygningin hjá Andreasi í Vágsbotni, sum tit seinastu tíðina hava umvælt og gjørt til tykkara.
– Kortini hava tit varðveitt reyða litin og hvítu vindeyguni, sum vit kenna aftur í býarmyndini.
– Nú fara vit aftur at síggja ullintar vørur og útiklæðir í eyðkendu vindeygunum – og fyri ikki at gloyma hvítbotnaðu gummiskógvarnar, sum aftur vera at fáa.
Segði Elsa Berg, borgarstjóri