Ver við á Mentanarnáttini í Havn

Fríggjadagin 6. juni verður aftur Mentanarnátt í Havn. Tað er dagurin, tá stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út, livandi tónleikur er at hoyra og handlarnir hava leingi opið.

Mentanarnáttin savnar sostatt fólk í býnum til eitt hugnaligt og hendingaríkt kvøld, og tað er ivaleyst tí, at fleiri kalla hendan dagin fyri ‘lítla ólavsøka’.

Øll kunu vera við
Skráin til Mentanarnáttina plagar at vera drúgv og fjølbroytt, og øll kunnu vera við. Skipar tú fyri einum tiltaki á Mentanarnáttini, sum tú kundi hugsað tær at fingið við í skránna, so er at melda tað til hjá Visit Tórshavn. Sum nakað nýtt skulu allar tilmeldingar skrásetast við at útfyllla skjalið, sum liggur á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn undir Mentnanarnáttin.

Leinkjuna fært tú her: www.visittorshavn.fo/fo/mentanarnattin-tilmelding/

Seinasta freist at lata tilfar til skránna er mikudagin 23.apríl 2025.