Enn ein mikudagur merkir enn ein sending um kappróður. Hesaferð náddu vit tríggir, Petur Hansen, Jan Herman Hansen og undirritaði Petur í Gong at umrøða sundalagsstevnu, avlýsta barnaróðurin, prátaðu við forkvinnuna í VK um jóansøku, umframt startrøðina tá, og hugleiddu annars um mangt og hvat á leiðini. Tað kann vera, at tað til tíðir bleiv eitt maratonprát, men soleiðis er við kappróðri. Har er altíð nógv at siga frá, og kortini sigur man bara frá helvtini. Lurtið sjálvi, og metið um.