Luttakandi londini eru Føroyar, Spania, Eysturríki, Pólland, Frankaríki, Noreg, Holland og Italia.

Lagt verður fyri á Djúpumýru í Klaksvík klokkan 15:00, har Eysturríki og Holland bresta saman, og klokkan 18:00 spæla Føroyar og Noreg á Tórsvølli.

Vónandi vera nógvir áskoðarar til dystirnar, og vónandi fara miðlarnir eisini at nýta møguleikan at gera eitt sindur burtur úr kappingini.

Akkreditering til allar dystirnar fæst við at venda sær til Brynhild Absalonsen, brynhild@football.fo.

Tey, ið ynskja miðlapláss til dystirnar á Tórsvølli verða biðin at boða frá hjá Hans Eriki Danielsen, hanserik@football.fo, og tey, ið ynskja miðlapláss til dystirnar í Klaksvík verða biðin um at boða frá hjá Jóhannu Thomsen, johanna@football.fo.

Ynski er, at tilmeldingarnar eru okkum í hendi dagin fyri hvønn einstakan dyst.

Bólkur A

Føroyar, Holland, Eysturríki og Noreg

Bólkur B

Spania, Italia, Pólland og Frankaríki

Sunnudagin 4. mai

Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (Klaksvík)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)

Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)

Mikudagin 7. mai

Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórshavn)

Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórshavn)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (Klaksvík)

Mikudagin 14. mai
Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn / Play off til HM)
Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík / hálvfinala)
Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn / hálvfinala)

Leygardagin 17. mai
Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)