Leygardagin 1. februar byrjar nýggja tiltakið Huldulitt í Havn. Tiltakið, sum varar til 9. februar, varpar ljós á okkara siðsøgu og mentanararv um huldusøgur, trøll og álvar við at hava ljósinstallatiónir og tiltøk allar dagarnar.
Nú eru fleiri tiltøk avdúkaði og verður setanin av Huldulitt í Listasavnið Føroya leygardagin 1. februar kl. 15.30. Tað er Heidi L. Elgeirsdóttir, forkvinna í Mentamálanevndini, sum setur Huldulitt og Guðrið Hansdóttir spælir nøkur løg, meðan Hjálmar Dam fer at bera fram eina huldusøgu. “Aftaná er tað eitt gott høvi hjá fólki at spáka sær ein túr gjøgnum Viðarlundina, sum er gandað til eina Huldulund við ljósinstallatiónum eins og verkum frá skúlum og stovnum í kommuni”, greiðir Tordis á R. Biskopstø frá og heldur fram: “Niðri í býnum vera eisini ljósinstallatiónir, eitt nú á Vaglinum, á Hafnia og uttanfyri SMS. Eitt flott, animerað veggjaprýði, sum Kyka hevur framleitt við listaverkum hjá Williami Heinesen, verður avdúkað í Steinatúni kl. 17.15. Aftaná framføra Elinborg og Lea Kampmann eina ókeypis konsert, sum Atlantic Airways og LBF stuðla.”
Í sambandi við Huldulitt, hava handlarnir í miðbýnum opið til kl. 18.00 og greiðir Tordis frá, “Handlarnir gera eisini nógv burturúr við at prýða vindeyguni, fleiri hava tilboð, og eitt nú Paname og Gamli Bókahandil hava eina konsert við ASA og Leo kl. 16.45 púra ókeypis.”
Tordis vísir á týdningin av at handlar, matstovur, stovnar og fyritøkur taka undir við tílíkum tiltøkum og á tann hátta skapa lív og trivnað í býnum, “Vit hava verið sera heppin, at fólk hava tikið undir við hugskotinum um eitt lívgandi tiltak, sum kann skapa ljós og lív í eini annars myrkari tíð. Uttan stuðul frá Tórshavnar kommunu og Visit Faroe Islands hevði hetta ikki kunna latið seg gera”, sigur Tordis glað.
Huldulitt skráin
Spurd hvat annað verður á skrá, svarar Tordis: “Tað vera fleiri forkunnug tiltøk á skrá, sum bara kunnu upplivast hesa vikuna, so sum huldugonga í Viðarlundini, har greitt verður frá huldusøgum og siðum, ‘Gykl í myrkri’ har oyruni gerast okkara eygu, rundsýningar í forkunnunga heiminum hjá Williami Heinesen, huldusvimjing í myrkri við róligum tónleiki, konsertir, súkklurekkjukoyring, trøllaklipp, hulduveiða og serstakar matskráir, og hetta er bara nakað av tí, sum Huldulitt hevur at bjóða”, og sigur Tordis “Tað leggjast eisini tiltøk afturat alla tíðina, tí øll hava nevnliga møguleika at skipa fyri einum Huldulitt tiltaki hesa vikuna, og jú meira, tess betri”, sigur Tordis og leggur hon afturat, at um ein vil tryggja sær at fáa alt við, so er at fylgja Visit Tórshavn á Facebook ella Instagram ella at fara á visittorshavn.fo/fo/huldulitt