Er tað nakað betur enn at tosa um føroyskan fótbólt? nú landsliðssteðgur er í betrideildini so er tað eitt upplagt høvi at hoyra ekspertarnir, Jákup Ósá, Dan Lamhauge og Ian D. Jacobsen viðgera øll liðini og hvussu tey hava klára seg í kappingini. Eisini ringdu vit til Skálar har Jóannes A. Prestá, Skála formaðurin var við okkum.

Vertirnir í dag vóru Jonhard H. Hansen og Petur Hansen.