KÍ eru FM vinnarar í 2023, hjartaliga tillukku KÍ. Tó er tað nógv annað í rørir seg í føroyska fótbólts heiminum. Saman við ekspertunum taka vit saman um 24. umfar, hyggja fram ímótir spennandi hálvfinaluni ímillum HB og 07 Vestur, og fyrsta conference league heimadystin hjá KÍ. Umframt at vit byggja víðari uppá leysasøguna um Adrian Justinussen.
Ekspertarnir hesaferð vóru Hans Jørgin Djurhuus og Símin Hansen, sum var við fyri fyrstuferð. Eisini ringdu vit til landsliðspælaran og íslenska greipuvinnaran Gunnar Vatnhamar, 07 Vestur Formannin Jón Nordendal og FM-vinnaran og KÍ formannin Tummas Lervig.
Vertirnir vóru Jonhard H. Hansen og Petur Hansen.