Samrøða við Osmund Justinussen um niðanfyrinevnda lesarabræv.

Í 2017 byrjaði toskafiskiskapurin rættiliga at taka til aftur eftir eina sera drúgva La Nina, sum vardi frá 2010 og til 2016, men í 2017 hevði El Nino fingið yvirtakið aftur og byrjaði tá rættiliga at bragda aftur við fiskiskapinum.

Toskafiskiskapurin helt áfram at mennast heilt til 2019. Tey bestu økini til tosk blivu framhaldandi stongd fyri fiskiskapi, og einki bleiv opnað.

Komið nakað út í 2019 var toskastovnurin blivin so stórur, at grunnurin kundi ikki rúma honum, og fór hann tískil at gera landgongd inni á firðunum. Ja, toskurin kom inn í hvørja havn og hvønn áarósa at finna sær føði, eftir at hann hevði etið sítt egna avkom úti á grunninum, tí, sum vit vita, so er toskur kannibalur og etur alt, tá svongd kemur á. Tað, sum kom inn á firðirnar, var stórur fiskur, ja, gýtingar-stødd.

Vit minnast eisini, hvussu fólk kundu standa á hvørjari kai og veiða tosk við tráðu.

Hendan syrgiliga søga endaði við, at tað mesta av toskinum doyði í hungri og lá sløddur út eftir landgrunninum, og var hetta orsøkin til, at lítil og eingin gýtingartoskur bleiv á vári eftir, í 2020 .

Osmund Justinussen