Føroyingar eru friðarfólk. Í Føroyum er friðarligt, og her sleppa vit at ganga í frið og at hava tiltøk í frið. Tiltøk fyri hesum og fyri hasum. Ella?

Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipaði fyri almennum fundi í kvøld. Í auluni á Finsen, sum er fyrrverandi guli kommunuskúli, síðan gjørdur til lestraríbúðir hjá einstaklingum og ungum familjum. Kommunan hevur gjørt nógv burturúr í hesum stóra fyrrverandi skúlanum, bæði innan og snøggað uttan.

Aulan verður brúkt til ymisk almenn tiltøk og altso í kvøld til almenna fundin hjá vinafelagnum við gestum úr Ísrael. Eg var eitt sindur sein á fund og varð bilsin og flónaði um hjartað av at síggja so nógv uppmøtt, bæði úr høvuðsstaðnum og eisini summi komin aðrastaðni frá. Góður og upplýsandi fundur. Har vóru nakrir vaktarmenn, teirra millum sivilklæddir politistar, so sum tað er vorðið allastaðni, tá ið ísraelskir gestir eru.

Og har endaði friðsemið. Inni var gott, fjálgt og samljóð. Men uttanfyri.

Tá ið fólk komu á henda almenna fundin, stóð ein herur av mótmælandi fólki sunnanfyri og rópti, við palestinskum fløggum, stórum málaðum dúki og plakatum. Sjálv kom eg úr Sjúrðargøtu og inn gjøgnum ‘tunnilin’ í norðara enda, upp trappuna frá niðara garði og síðan mestsum beint inn, so eg gekk ikki fram við rópandi hópinum sunnan fyri húsini. Men onnur sluppu ikki framvið og niðan til inngongdina, uttan at rópt varð “mordari!” og “barnamordari!” eftir teimum. Eftir hesum friðarfólkunum, sum tey øll somul mundu vera, ið ætlaðu sær á fund í kvøld. Veit ikki, um nakar mundi halda seg aftur av hesi grund, men veit at onkur stúrdi fyri at fara avstað aftur eftir fundin. Tí tá stóðu ófriðarkropparnir har enn og larmaðu uppaftur meira.

Alla tíðina, meðan fundurin var innanfyri, stóðu tey uttanfyri og spældu sín harða hamasfjepparatónleik, og fleiri ferðir varð dukað hart á húsini, ella tað mundi vera á hurðar og vindeygu. Tá ið vit fóru avstað aftur, stóðu tey og geylaðu nærri húsunum, á sjálvum skráanum, stutt frá durunum. Ein rópti fyri, og hini ýldu afturímóti. Aftur og aftur. Leingi. Ljósir føroyingar og døkkleittir arabarar.

Av altanum ymsastaðni kring Finsen hingu stór palestinafløgg. Hetta var sum at síggja og hoyra uppøstar muslimskar kravgongur úr útlondum. Hvat hevur tað at gera her millum lesandi ungdóm – og barnafamiljur, sum mugu órógvast av áhaldandi ganginum í tímavís út á kvøldið? Mitt í býnum, har kommunan hevur forkelað tey lesandi við fínu kringumstøðunum, meðan tey útbúgva seg. Hetta stóra miðøkið, sum kundi verið brúkt til so øgiliga nógv annað. Er hatta takkarlønin, kommunan og vit, almenningurin, fáa fyri frálíku umstøðurnar hjá teimum?

Vit fóru áðrenn ísraelsku gestirnir. Niðast í garðinum møttu vit salatfatinum. Kravdist fullur bilur av løgreglufólki at fylgja útlendsku gestunum nóg trygt út um økið? Ella kanska fóru teir avstað við onkrum av óðu mótmælisfólkunum.

Pínligt at vera føroyingur slíkar løtur. At okkara landsmenn sleppa hatursfullum útlendingum at gera seg inn á friðarlig fólk og sjálv luttaka í haturskórinum. Eg skammist.

Verður hatta gongdin, og skal Finsen sleppa at gerast eitt ódemokratiskt bøli líkt teimum, vit hava sæð í grannalondunum? Og verða samanbrestir, kanska vápnaðir, tað næsta vit skulu vænta?

Vónandi taka allir myndugleikar hetta í álvara, bæði land og kommuna. Føroyskir ábyrgdarpersónar sum donsk ríkisløgregla.

Sjálv hevði eg ófrættakenda uppliving við einum av hesum døkkleittu hvítusunnudag í fjør, og eg fekk aftur ta somu ótrygdarkensluna, nú eg sá sama mann, ella var tað ein vinmann og kanska landsmann hansara, standa og ýla uttan fyri Finsen í kvøld. Tá ið ein útlendingur heldur seg hava rætt til at hótta føroysku konu á alljósum degi, hvat annað heldur hann seg so hava rætt til í okkara friðarligu Føroyum, og er ungdómur okkara tryggur?

Her er gott at búgva. Í friðinum í Føroyum. Men tann friðin mugu vit øll verja so at siga ‘við nevi og klóm’. Vit síggja gongdina allastaðni kring okkum. Vit mugu ikki enda í somu gryvju av berum bláoygni.

Skrivað hevur Erla Berghamar