Løgtingsvalið í desember 2022 var tað fimta við einum valdømi. Men hvat er úrslitið? Hevur skipanin rokkið sínum endamáli, og hvat vilja vit við okkara valskipan?

Teir spurningarnir vóru settir í Gulu Smiðju í Runavík mikukvøldið 24. januar.

Í 2007 samtykti Løgtingið at fara frá sjey til eitt valdømi. Grundgevingarnar vóru serliga, at veganetið í Føroyum hevði knýtt meginpartin av landinum saman, at fleiri uppgávur vóru lagdar til kommunurnar at umsita, at skipanin við sjey valdømum hevði við sær eitt demokratiskt undirskot, og at kvinnur vóru undirumboðaðar við sjey valdømum.

Skipanin við einum valdømi er síðan lastað fyri, at kloyvingin, sjálvsøknið og demokratiska undirskotið í føroyskum politikki er størri enn fyrr, samstundis sum lokalfeløgini eru viknaði munandi.

Skráin var hendan:

• Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri og fyrrverandi landsstýrismaður, innleiddi

• Sólvit Nolsø tók saman um orðaskiftið um eina valdømi í 2007

• Emil L. Jacobsen legði við støði í høvuðsuppgávu fram um fyrstu fimm løgtingsvalini eftir eina valdømi

• Umboð fyri Valúrslit.fo løgdu fram um rák og atkvøðuflytingar eftir løgtingsvalið í 2008

• Orðaskiftið var um okkara valskipan. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, Bjarni Djurholm, fyrrverandi politikari, og Beinta Løwe, eygleiðari, luttóku.

Sólvit E. Nolsø og Uni Holm Johannesen skipaðu fyri