Nú hevur tú møguleikan at hoyra teir væl kendu sangirnar hjá Johnny Cash so sum: I walk the line, Jackson, Rose of My Heart, Personal Jesus og fleiri aðrir við nøkrum av best umtóktu sangarum og tónleikarum í Føroyum!
Bárður á Lakjuni, Magni Christiansen og Svein í Prestgarði koma at framføra sangir hjá Johnny Cash saman við einum frálíkum tónleikabólki leiddur av Henning Hjalt Nicodemussen.
Vit kenna Magna Christiansen og Svein í Prestgarði á countrypallinum, men tað er ikki so ofta, vit hoyra Bárður á Lakjuni á countrypallinum. Men sum Bárður sigur: ”Johnny Cash hevur altíð verið ein av mínum fyrimyndum innan country tónleik, og tí segði eg ja beinavegin, tá eg varð spurdur, um eg vildi luttaka á hesi konsertini”.
Vit gleða okkum at hoyra teir allir á pallinum!
Í samband við konsertina er møguligt at yvirnátta fyri serprís á Hotel Djurhuus. Meira fæst at vita við at venda sær til Hotel Djurhuus.
Konsertin verður í Lívdini í Hoyvík 25. januar kl 21:00.
Atgongumerki kunnu keypast á www.praisehim.fo