Hvussu hava vit súkklað í Føroyum? Hvussu gera vit í dag? Og hvat skulu vit gera fyri at tryggja eina burðardyggari og tryggari framtíð innan súkkling?
Kom við til eina spennandi verkstovu, har vit savna fólk úr ymiskum geirum at deila vitan, royndir og framtíðarætlanir. Høvuðsendamálið er at betra um umstøðurnar innan súkkling – bæði fyri føroyingar og ferðafólk.
Á skránni eru framløgur og íblástur frá fólki úr ferðavinnu, almennum myndugleikum, kommunum og súkkluumhvørvinum. Vit fara eisini at vísa ein nýggjan kunningarfilm um atburð í ferðsluni, og verður møguleiki at koma við tínum íkasti til kjakið um súkkling.
Siri S. Hansen, varaleiðari í Visit Tórshavn, fer at leiða okkum í gjøgnum dagin, og fara vit m.a. at hoyra frá:
– Mikkjal Helmsdal, sum ferðast á súkklu dagliga
– Finn Danberg, Team Rynkeby – Hvussu er at súkkla í Føroyum og hvat er góður atburður?
– Rasmus Steintórsson Biskopstø, Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu – Hvønn leiklut hava súkklur í samlaðu ferðslumyndini?
– Jóhan Pauli Helgason og Alda Magnusardóttir Egilstrøð, Visit Faroe Islands – Súkkluleiðir fyri føroyingar og ferðafólk
– Brandur Sjúrðarson, Landsverk – Átøk fyri at tryggja ábæra ferðslu
– Boði Haraldson, býarverkfrøðingur hjá Teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu – Hvussu arbeiðir Tórshavnar kommuna við ábærari ferðslu
– Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari hjá SSL – Møguleikin at hava súkklur við strandfaraleiðunum
– Annika Lisberg, menningarfólk hjá Visit Tórshavn – Fá íblástur frá grannalondunum
– Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn – Hvussu kunnu fyritøkur arbeiða saman heldur enn at kappast um ferðafólkini
– Við fleiri…
Visit Tórshavn bjóðar ábit gjøgnum dagin og enda við miðmála klokkan 12.30.
Tiltakið verður á:
📍 Parnass, Hafnia
📅 Mikudagin 21. mai 2025, kl. 9.00–12.30
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til áðrenn týsdagin 20. mai klokkan 15.
Sí skránna og melda til her: https://forms.office.com/e/xueDFWWRKu
Visit Tórshavn skipar fyri verkstovuni í samstarv við ES-verkætlanina “SUB – Sustainable Arctic and Peripheral Biking Tourism”.