Eftir at hava virkað sum fyribils høvuðsvenjari í fýra mánaðir, hevur Jon Hestoy nú
skrivað sáttmála við Havnar Svimjifelag fram til Oyggjaleikir í 2027, sum verða í
Føroyum.
Jon er 65 ára gamal, føddur og uppvaksin á Tvøroyri. Hann er giftur Susann og eigur
fýra børn og fimm abbabørn. Hann er útbúgvin prentari og hevur rikið egna
prentsmiðju, Føroyaprent, í samfull 41 ár. Jon hevur verið partur av føroyskari
svimjing í meira enn seksti ár.
Hansara svimjiyrkisleið byrjaði í lítla 12,5m hylinum á Tvøroyri og kom í hæddina, tá
hann svam í Mission Viejo í Los Angeles hjá víðagitna amerikanska venjaranum
Mark Schubert og fyri danska felagið AGF í 80unum, meðan hann lærdi til prentara í
Aarhus. Í hesum tíðarskeiði tók hann níggju donsk met: í 200m firvald, 400m
blandað, 800m frí og 1500m frí. Hann vann sær eisini bronsumerki í 200m firvald í
norðurlandameistarakapping í 1979. Jon setti eisini eitt heimsmet, tá hann í Aarhus í
1982 svam 89.174 metrar uppá 24 tímar.
Jon hevur fyrr, í tveimum umførum, verið venjari hjá Havnar Svimjifelag, og hevur
verið formaður í Svimjisambandi Føroya í 15 ár og varaforseti í ÍSF í 6 ár. Hann
hevur verið limur og varaformaður í European Aquatics Open Water frá 1998 til 2021
og limur í World Aquatics Open Water frá 2013 til 2017.
Havnar Svimjifelag er størsta svimjifelag í Føroyum og hevur yvir 400 limir, heilt frá
skvatl og spæl fyri 5-6 ára gomul og upp til rørslulið, har hildið verður á at svimja upp
í ellisárini. Felagið varð stovnað í 1938 og byrjaði í byrgdum hyli, har tennisvøllur er í
dag. Virksemið vaks, tá uttandurahylurin varð latin upp í Gundadali í 1959 og enn
meira, tá innandura 25 metra hylurin lat upp í 1982. Í dag hevur Havnar Svimjifelag
umstøður í heimsflokki við tí nýggja olympiska langhylinum. Felagið hevur góðar fimti
svimjarar á kappingarliðunum, ið venja upp til fleiri ferðir um dagin.
Vit ynskja Jon hepna hond í starvinum og gleða okkum til samstarvið.
Á myndini Anna Maria Juul, næstforfólk í Havnar Svimjifelag og Jon Hestoy.