Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at seta nýggjan stjóra fyri GroAqua samtakið.
Tilgongdin er nú komin á mál, og hevur nevndin gjørt avtalu við Niels Brynnum um at gerast
nýggjur stjóri fyri samtakið.
Niels Brynnum er 53 ár og er ættaður úr Danmark, har hann eisini er búsitandi.
Niels Brynnum hevur drúgvar leiðsluroyndir frá fleiri viðurkendum feløgum, og hevur starvast
nógv innan veitaravinnuna til alivinnuna í fleiri ymsum londum.
“Vit eru fegin um at hava funnið ein dugnaligan og royndan leiðara til at leiða samtakið
frameftir. GroAqua strembar eftir at verða fremsti veitari av burðardyggum loysnum til
alivinnuna, og skal nýggi stjórin tryggja at tann kósin heldur fram”, sigur Janus Thomsen,
nevndarformaður í GroAqua.
Nýggi stjórin byrjar í starvinum 1. mai.
GroAqua, ið hevur høvuðssæti á Kambsdali, hevur feløg í Skotlandi, Norra og Pólandi, og selur
sínar loysnir og tænastur til alifeløg í øllum norður Atlantshavi.
Bygnaðurin í samtakinum, ið telur yvir 100 starvsfólk, er skipaður við stjórum fyri hvørt land
sær, umframt einum stjóra fyri samtakið.
Áður hevur samtaksstjórin eisini verið stjóri í Føroyum. Hetta verður nú broytt, og tí verður
farið undir eina tilgongd at seta stjóra fyri GroAqua Føroyar.
Vinarliga
Janus Thomsen, nevndarformaður
Nýggjur stjóri settur fyri GroAqua samtakið
