FRANS PÁVI

Skrivað hevur Poul Jóhan Djurhuus

Frans Pávi andaðist annan páskamorgun kl.07.35. Hann bleiv 88 ára gamal. Hann varð valdur pávi í 2013, og hevur sitið í pávasætinum í 12 ár. Hann hevur verið sjúkur og veikur seinastu tíðina. Man roknaði tó við, at hann fór at menna seg aftur. Onkur av kardinalunum segði tað soleiðis: “Nú er Frans Pávi farin heim til faðirin!”

Hann segðist at vera faðir teirra veiku og fátæku í og við, at hann mangan var teirra rødd og talaði  teirra sak. Hann fekk í lag, at eini stór hús í grannalagnum hjá Vatikaninum vórðu keypt, sum tey heimleysu skula nýta. Tað sigst um Frans Páva, at tá hann ferðaðist í útlandinum, sum hann gjørdi nógv, so ynskti hann at búgva á bíligum hotellum og ikki prangandi stórslignum luxushotellum. Hann ynskti at verða kallaður Frans pávi eftir Frans av Assisi, tí hann ynskti, so langt tað var møguligt, at líkjast honum. 

Kistan hevur ligið opin hesa vikuna, so almenningurin kann síggja hann fyri seinastu ferð. Jarðarferðin verður leygardagin 26. apríl. Myndugleikarnir fyrireika seg til, at fleiri hundraðtúsund menniskjur koma til jarðarferðina.  

Vit, sum eru evangeliskir protestantar, eru ikki samd við pávan og katolsku kirkjuna í ávísum teologiskum spurningum og verða tað ikki; men tó eru vit samd í hesum:

  1. at Gud er ein tríeinigur Gud, 
  2. at Jesus er Gud opinberaður í holdi, 
  3. at hann er sonur Mariu, sum ikki visti av manni, tá hon varð gitin, 
  4. at mannalívið byrjar við gitnan,
  5. at tað er brot móti vilja Guds at fyritaka fosturtøku 
  6. at hjúnabandið bert er millum mann og kvinnu 

Pávin hevur sterka globala ávirkan, tá fleiri milliardir menniskju hoyra hann við stórari ærufrykt. Eisini ríkisleiðarar og parlamentarikarar um allan heim steðga á, tá Pávin úttalar seg:

Tí eiga evangeliskar samkomur/kirkjur eisini at biðja fyri pávaveldinum/pávanum. 

Við bønini kann fólk Guds ávirka enntá pávaveldi og pávan. 

1. TIM. BR. 2,1-3v.