Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul J. Djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: P.J.D Glyvrar 13.04.2025

SONNE SMITH

  • føroyski Jesus-filmurin

So komu boðini eftir Sonna Smith at koma um sýnina, 78 ára gamal. Vit vilja fegin minnast útvarps- og tíðindamannin Sonna Smith við atliti til Jesus-filmin, sum kom út á føroyskum fyri 22 árum síðani. Hann andaðist í heiminum á Tvøroyri sunnudagin 30 mars. Jarðarferðin var úr Tvøroyrar kirkju.

Sonne Smith var ein kend persónligheit her á landi, bæði sum útvarpsmaður, tíðindamaður, rithøvundur, og sum úrmælingur í føroyskum máli. Frá 1989 til 1995 var hann tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Við síni vinarligu og blíðu rødd vann hann nógv good-will millum fólk. Tað var í Útvarpinum/Kringvarpinum, at hansara rødd gjørdist kend. Sum journalistur var hann nakað serligt, tí hann var ikki merktur av borandi skaðafrøi, men heldur var tað spakføri, seriøsitetur og sakligheit, sum eyðkendi hann.

JESUS-FILMURIN
Fyri 24 árum síðani, í mars mánaða í 2001, var ein nevnd sett at arbeiða við at leggja føroyskar røddir til ein JESUS-FILM. Talan er um heimskenda stórfilmin JESUS, sum er týddur til mong tungumál og sæddur av meira enn einari milliard. Í Onglandi eru tað meira enn 500.000 familjur, sum hava ognað sær filmin. Endamálið við filminum er ikki handilsligt, men at fáa søguna um Jesus út til allar heimsins borgarar. Í USA eru tað fleiri enn 2000 biografar og teatur, sum hava víst filmin.

Tað er altjóða evangeliski felagsskapurin Campus Crusade for Christ, sum hevur staðið fyri framleiðsluni av filminum. Upptøkurnar eru allar gjørdar í Ísrael, og í 1979 var frumfilmurin liðugur, og síðani tá er filmurin týddur til meira enn 800 tungumál. Tað var frá teimum, at fyrispurningur kom um eina føroyska útgávu.

SONNE SMITH
Føroyska nevndin, sum var ein tvørkirkjulig/tvørsamkomulig nevnd, fór til arbeiðis á vári 2001: Ein stýrisbólkur var settur við 9 limum. Ein arbeiðsnevnd var sett við 5 limum, og síðani vóru 4 arbeiðsbólkar settir at taka sær av fýra arbeiðsøkjum: Fjølmiðlar, týðing, tøkni og røddir. Tað var undir arbeiðsbólkinum RØDDIR, at Sonne Smith kom at geva av sínum dugnaskapi.

Brúk var fyri ikki færri enn 16 røddum, sum vóru egnaðar til viðkomandi leikarar í filminum. Nevndin kom til tað niðurstøðu, at klára og mynduga røddin hjá Sonna Smith var væl egna sum narratorrødd, t.v.s. røddin, sum lesur bíbliutekstin/frásøgumaður.

Sonne Smith átók sær ábyrgdina at lesa sjálvan bíbliutekstin, sum varð lisin í brotum ígjøgnum filmsgondina. Tá filmurin er bygdur á tekstin í Lukasar evangelii, so var tað úr hesum evangleiiunum at Sonne las. Páll Danielsen var settur sum røddin hjá Jesusi. Elin Mouritsen og Heine Lútzen samskipaðu raddarøkið. Elin Mouritsen segði, tá hon fekk fyrispurningin at vera við í Jesus-filminum: “Eg hugsaði, at enduliga slapp eg at gera nakað fyri Jesu-pápa!”

Á heystinum í 2003 var føroyska útgávan av stórfilminum liðug. Fá ár seinni kom ein barnaútgáva út á DVD, sum er stytri enn stórfilmurin, har tað eru børn, sum greiða frá søgugongdini. Her høvdu vit dugnalig føroysk børn, sum løgdu røddir til. Eisini varð ein undirvísingarútgáva av stórfilminum givin út til brúks í skúlunum.

Nevndin bjóðaði til framløgu í Norðurlandahúsinum 21. oktobur kl.19:00. Sonne og allir raddarleikararnir vóru sjálvsagt við til framløguna. Væl av fólki leitaði inn í Norðurlandahúsið hetta kvøldi, sum gav eina klappsalvu til heiðurs fyri Sonna, tá hann fekk blómuttyssi handa frá nevndini. Undir framløguni hevði Heine Lútzen samrøðu við Sonna. Hann segði m.a. í samrøðuni:
“Hevði talan verið um ein Hollywood-stórfilm, so hevði arbeiði, sum annars tók eina viku, tikið eitt heilt ár. Hetta var ein torfør og krevjandi uppgáva…………………eitt sekund var alt ov nógv við síðuna av…………vit máttu lesa aftur og aftur……………Hetta er tann mest krevjandi og avbjóðandi uppgáva eg havi havt í mínum lívi. Eg eri ómetaliga glaður og takksamur fyri, at eg slapp at vera við. At eg var útvaldur júst til hetta.”

Sum formaður fyri átakinum vil eg, Poul Jóhan Djurhuus, vegna stýrisbólkin og arbeiðsnevndina sýna takksemi, at Sonne Smith, sáli setti tíð og kreftir av til hesa uppgávu, og vildi geva av síni rødd til frama fyri útbreiðsluna av søguni um Jesus. Sonne gav úttrykk fyri, at hesir dagarnir høvdu gjørt nakað við hann.

SIGNAÐ VERI MINNI EFTIR
SONNA SMITH!

Vit kunnu upplýsa, at leinkja er, har filmurin kann síggjast í fullari longd:
https://www.jesusfilm.org/watch/jesus.html/faroese.html

Leinkja til barnaútgávuna:
https://www.jesusfilm.org/watch/the-story-of-jesus-for-children.html/faroese.html


Pjd, Glyvrar 13 – 17 apríl 2025 / MAPPA: Minningarorð / DOKTITLE: SONNE SMITH, Jesus-filmurin / MEDIA: facebook 18.04.25 – lesarin.fo 21.04.25