Gjaldsjavnin vísir allar gjaldingar millum Føroyar og útlond. Føroyar hava havt varandi avlop á gjaldstjavnanum síðani 2012, og miðal avlopið frá 2018 til 2022 var 1,5 mia. kr.
Gjaldsjavnin vísir allar gjaldingar millum Føroyar og útlond. Umframt gjaldingar fyri vørur (handilsjavnin) eru gjaldingar fyri tænastur (tænastujavnin) eisini partur av gjaldsjavnanum. Harafturat koma lønargjaldingar til føroyingar sum arbeiða í útlondum og lønargjaldingar úr Føroyum til útlendingar, sum arbeiða í Føroyum. Eisini eru gjaldingar fyri avkast av føroyskum íløgum í útlondum, og somuleiðis av útlendskum íløgum í Føroyum, umframt rakstrarflytingar, sum ikki eru lønir ella avkast av ognum, men til dømis ríkisveitingin úr Danmark, sí talvu 1.
Flestu postarnir á gjaldsjavnanum hava vanliga eina javna gongd, har broytingarnar ikki eru so stórar frá ári til ár. Broytingarnar á handilsjavnanum kunnu tó vera rættiliga stórar frá ári til ár.
Seinastu árini hava Føroyar havt avlop av vøruhandlinum meðan tað hevur verið hall á tænastuhandlinum. Samstundis hevur tað verið yvirskot á inntøkuflytingunum (tí so nógvir føroyingar arbeiða uttanlands) og yvirskot á rakstrarflytingunum (orsakað av ríkisstuðlinum úr Danmark), og tí hava Føroyar havt eitt samlað avlop á gjaldsjavnanum seinastu nógvu árini.
Tvær orsøkir eru til, at Føroyar hava havt varandi avlop á gjaldsjavnanum (í miðal 1,5 mia. kr. frá 2018 til 2022). Tann fyrra er, at eftirlønaruppsparingin er økt nógv tey seinastu árini. Í 2013 vóru árligu inngjøldini til eftirløn góðar 600 mió. kr. Í 2023 vóru tey nærum 1,4 mia. kr. Eftirlønaruppsparingin fer í stóran mun í fíggjarstovnar, ið síðani seta hana í virðisbrøv, sum í stóran mun eru útlendsk. Fyri 2024 krevur eftirlønarlógin, at í minsta lagi 10% av inntøkuni hjá føroyingum verða goldin inn til eftirløn. Í 2026 verður kravt, at føroyingar í minsta lagi gjalda 12% av inntøkuni til eftirløn. Roknast má tí við, at inngjøldini til eftirlønaruppsparingar verða støðugt vaksandi komandi 3 árini
Hin orsøkin til stóru avlopini á gjaldsjavnanum er, at fleiri stórar føroyskar fyritøkur hava havt stór yvirskot seinnu árini. Í tann mun, at hesi yvirskot ikki verða brúkt til íløgur; men verða settar í virðisbrævaíløgur ella til bankainnlán, har bankin setir eykagjaldførið í virðisbrøv, so verður hetta til eina veksandi nettoogn mótvegis útlandinum.
Talva 1