– Vit gera nógv burturúr at skapa hugna á tjaldplássinum, sigur Ragnhild Ellingsgaard, samskipari

Tjaldplássið á Summar Festivalinum er sum ein lítil føroysk bygd. Fólk í øllum aldri gista í bygdini, og øki eru sett av til ungdóm og familjur.

Tjaldbygdin liggur mitt á festivaløkinum, í hjartanum í Klaksvík, og haðani er lætt og lagaligt at uppliva festivalin. Tað er eitt hanagleiv av Vágsbø og heim í tjaldið. 

– Vit gera nógv burturúr at skapa hugna á tjaldplássinum og at gera umstøðurnar hjá tjaldarunum so góðar sum gjørligt, sigur Ragnhild Ellingsgaard, samskipari. 

Niðanfyri greiðir hon frá um tjaldplássið á Summar Festivalinum, sum byrjar hósdagin.

Video-samrøða

Skærmbillede 2024-08-07 kl. 12.12.48.png