Leygardagin 18. november gevur nótaforlagið Edition H. Eide gevur út nótabókina rura, rura impressions in a field við klaverstykkjum eftir unga tónaskaldið Eli Tausen á Lava.

Tey trettan klaverstykkini í bókini eru í sonevndum minimalistiskum stíli. Høvuðseyðkenni í minimalistiskum tónleiki eru repititión og variatión – ein støðug endurtøka av stuttum motivum (lagbrotum), sum alla tíðina broytast eitt vet, so tónleikurin hóast tær mongu endurtøkurnar ikki ”stendur í stað” men alsamt fer nýggjar leiðir.

Hjá Elii føri er úrslitið av hesum tónleikaleisti ein stillur, harmoniskur og ”hugsunarsamur” tónleikur, og skulu vit lýsa tónleikin við eittans orði, má tað vera – ein altfevnandi og myndskapandi ró.

Nótaútgávan fevnir um klaverstykkini á fyrstu talgildu tónleikaútgávuni hjá Elii, ”impressions” (Tutl, 2020), meginpartin av stykkjunum á næstu tónleikaútgávu hansara ”in a field” (Tutl, 2022) umframt stykkið ”rura, rura” (2019), ið byggir á vøgguvísuna, sum vit øll kenna.

Eli Tausen á Lava (f. í Havn 1997) tók bachelor-prógv í kompositión við Musikkhögskolan í Malmö, Lunds Universitet. Undan tí hevði hann tikið prógv á Musikkskúla Miðnámi í Havn, har Sunleif Rasmussen var lærari hansara. Í løtuni er Eli í holt við masterútbúgving í kompositión á New York University. Hann trein inn á føroyska tónleikapallin sum tónaskald í 2015 hevur síðan skrivað tilsamans eini fjøruti solo-, kamar- og orkesturverk.

Eli vann í 2019 sum fyrsta føroyska, ”klassiska” tónaskald fyrstu virðisløn á Faroese Music Awards.

Konsert og bókaframløga á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum

Bókin verður løgd fram á eini stuttari konsert á Bókadøgum 2023 í Norðurlandahúsinum, har ungi klaverleikarin Jákup Tórgarð fer at spæla nøkur av stykkjunum í bókini, umframt eitt klaverstykki eftir Paula í Sandagerði.

Konsertin verður leygardagin 18. november kl. 14.30 og er ókeypis.

Bókin verður at fáa til keyps á Bókadøgum, og frá næstu viku í bókahandlunum kring landið.
Hon er 40 síður, 235 × 310 mm til støddar, og kostar kr. 199,00.

Triðja útgáva frá forlagnum

rura, rura impressions in a field er triðja nótaútgávan hjá forlagnum Edition H. Eide, sum Hugin Eide byrjaði í 2023. Fyrru útgávurnar er Klaverstykki í úrvali eftir Paula í Sandagerði og 35 svenskir sangir eftir Regin Dahl, í útseting hjá Hans Paula Tórgarð fyri tenor-baryton og klaver.