Á eyka býráðsfundi fríggjakvøldið 24. november 2023, samtykti býráðið fíggjarætlanina fyri 2024. Skattaprosentið lækkar við 0,25% í 2024 verður 21.50%, og barnafrádrátturin verður verandi kr. 6.500,-.
Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlanini hjá Vága kommunu fyri 2024 eru mettar til 117.7 milliónir krónur, í mun til mettu 109 milliónir krónur í 2023. Hetta er ein vøkstur á 8.7 milliónir krónur ella 7,98 prosent.
Kommunuskatturin fyri 2024 er mettur til 89.7 milliónir krónur. Tað er ein framskriving á 6,38 prosent í mun til metta kommunuskattin fyri 2023. Partafelagsskatturin í 2024 er mettur til 4 milliónir krónur. Skattur frá eftirlønargjøldum er mettur at verða 22.9 milliónir krónur. Inntøkur í samband við DIS, FAS og frádráttir eru mettar til 5.3 milliónir krónur.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi í fíggjarætlanini fyri 2024 eru 106.9 milliónir krónur, í mun til 101.5 milliónir krónur í 2023. Tað er ein vøkstur á 4,61 prosent í mun til fíggjarætlanina í 2023.
Íløgurnar í fíggjarætlanini fyri 2024 eru mettar til 31 milliónir krónur. Millum íløgurnar eru útbygging av dagstovninum Sóljugarði í Sandavági, heilsudeplinum í Miðvági og umvælingar á ellisheiminum á Sýnini. Harafturat verður graslíkið á vøllinum í Miðvági skift, samanbinding av Ápramsvegi og Tvørgarðsvegi, útbygging av kirkjugarðinum í Sandavági, umvæla Haraldstovuhandilin til íverksetaraumhvørvi og íløgur í grøna orkuskiftið. Umframt nevndu íløgur og raðfestingar, verða fleiri aðrar smærri og størri ábøtur gjørdar á rakstrarsíðuni í 2024.
Útlitini fyri 2024
Býráðið leggur seg eftir at føra ein skynsaman fíggjarpolitik, og strembar eftir at hava ein sunnan vøkstur komandi árini. Kommunan er til reiðar, við tøkum grundstykkjum til sethúsabygging og bygging av fjøltáttaðum bústøðum, góðar stovnar við hægstu normering í landinum og nýggjum skúla, og er til reiðar til tær avbjóðingar sum standa fyri framman. Útlitini fyri at røkka málinum í visjónini um at vera ein framfýsin og fevnandi kommuna, har øll vilja búgva, virka og skapa eru góð.