Maritima Útbúgvingarráðið fegnast um eina væleydnaða ráðstevnu um
sjóvinnuútbúgvingar, sum var á Vinnuháskúlanum í síðstu viku. Áhugaverdir fyrilestrar vóru
við føroyskum og útlendskum fyrilestrarhaldarum.
Nógvir spennandi arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar eru innan sjóvinnuna og stórir
møguleikar eru fyri vøkstri innan vinnur, so sum shipping. Føroyar hava eina langa søgu sum
sjóvinnutjóð. Tí er upplagt, at vit framhaldandi gera okkum galdandi á hesum øki.
Samstundis kom fram á ráðstevnuni, at færri søkja sjóvinnuvegin í Føroyum, og brúk er
alsamt fyri væl útbúnari arbeiðsmegi, um vit skulu standa okkum í altjóða kappingini innan
sjóvinnu.
Á ráðstevnuni kom fram, at ein stór kollvelting er innan sjóvinnuøkið, shipping og aðrar
vinnur við tilknýti til sjógvin. Stórar broytingar eru í mun til grøna orkuskiftið, tøkni og annað.
Hetta ger, at tørvur er á væl útbúnum fólki innan navigatión, maskin/tøkni, shipping,
logistikk, fiskavøruframleiðslu og onnur øki við tilknýti til sjógvin. Tað er eisini tørvur á at
knýta førleikar innan sjóvinnu saman við førleikum innan KT, leiðslu, HR, búskap og
sølu/marknaðarføring.
Við støði í ráðstevnuni eru tilmælini hjá Maritima Útbúgvingarráðnum:

  • Sjóvinna fyllir meira í lærugreinunum í skúlaskipanini – bæði innan fólkaskúla, miðnám og
    hægri útbúgving
  • Útbúgving innan sjóvinnu verður stovnað á miðnámi, yrkisnámi og hægri útbúgving verður
    stovnað innan shipping og logistikk
  • Allir fólkaskúlarnæmingar í framhaldsdeildini hava atgongd til trygdarskeið
  • Praktikk innan sjóvinnu fyllir meira í fólkaskúla, miðnámi og hægri lærustovnum
  • Raðfesta víðari lestur frá verandi maritimu útbúgvingunum ella at verandi útbúgvingar skulu
    verða førleikagevandi til víðari lestur
  • Betra atkomu til aspirant útbúgvingarnar
    Fyri at fremja hetta í verki og gagnnýta møguleikarnar innan sjóvinnuna, er neyðugt at vinna,
    fakfeløg og útbúgvingarskipanin taka lógvatak og lyfta uppgávuna í felag.
    Maritima Útbúgvingarráðið skal sambært lóg um útbúgving av manning á skipum veita
    landsstýrismanninum ráðgeving innan maritimar útbúgvingar. Útbúgvingarráðið umboðar
    bæði vinnu, fakfeløg og almennar stovnar við tilknýti til sjóvinnuna, og kann veita eina
    breiða og fakliga holla ráðgeving.