Í 16 ár hevur Sjúrður Højgaard arbeitt við at týða King James Bíbliuna, og er hon nú komin út í síni aðru útgávu, prentað í góðsku útgávu í Hollandi hjá Royal Jongbloed.  Í tí sambandi verður skipað fyri útgávufundi, har fólk fáa møguleikan at hoyra hví Sjúrður hevur gjørt hetta arbeiðið og lagt so mikla orku í tað.  Tiltakið er ókeypis og tekur ein góðan tíma. Høvi verður at ogna sær eintak av útgávuni. 

Útgávufundurin verður í Løkshøll, Rókarvegi 1, Runavík, 10. oktober, kl. 20:30-21:30.