Í samband við trónuskiftið í dag 14. januar, er løgmaður við til stóru hátíðarløtuna á Amalienborg í Keypmannahavn. Í morgin luttekur løgmaður í Fólkatinginum, tá ið móttøka verður fyri nýggja kongsparinum.

Við sær til trónuskiftið, hevur løgmaður skrivligar heilsanir til Margretu drotning og nýggja kongsparið, Fríðrik kong og Mary drotning. Heilsanirnar kunnu lesast niðanfyri.

Heilsan til Fríðrik kong og Mary drotning

Góðu Fríðrikur Kongur og Mary Drotning

Dagurin í dag hevur verið søguligur á sín heilt egna hátt, nú vit hava upplivað trónuskiftið fyri fyrstu ferð í samfull 52 ár. Vit fegnast um, at danska kongsríkið hevur fingið eitt trúfast og álitisfult kongspar, sum verður við til at leggja rásina fyri ríkið framyvir.

Vit gleða okkum at fylgja tygara hátignum á hesi týdningarmiklu lívsleið, og at bjóða tykkum vælkomnum, tá ið ferðin aftur verður løgd til Føroya. Vit vóna inniliga, at vit kunnu halda fram við tøttu sambondunum landanna millum.

Vegna Føroya landsstýri og Føroya fólk beri eg kongsparinum við familju øll góð ynski um eina bjarta framtíð.

Við hávirðing

Aksel V. Johannesen

Heilsa til Margretu drotning

Vegna Føroya landsstýrið og Føroya fólk beri eg tygara hátign eina heilsu í sambandi við søguliga trónuskiftið í dag.

Síðan tygum í 1972 tóku yvir trónuna eftir Fríðrik tann 9, hevur heimurin áhaldandi broytt seg. Øll hesi árini hava tygum verið ímyndin av framhaldni, støðufesti og tign. Í einum kongsríki við trimum londum og trimum fólkum, er somuleiðis nógv broytt, og ikki altíð uttan baldrutan sjógv. Tætta menniskjaliga sambandið og felags søgan knýtir okkum tó saman sum lond og fólk, og tygum hava í samfull 52 ár hildið heildini virðiliga saman.

Eg loyvi mær við hetta høvi at takka tygara hátign fyri drúgva tænastu sum drotning okkara fyri fólkið og alt kongsríkið. Takk fyri trúfastar vitjanir í Føroyum og fyri áhugan og forvitnið fyri Føroyum og føroyska fólkinum. Takk fyri vísar eygleiðingar, gevandi samrøður og ógloymandi upplivingar, sum liva víðari í søgum og minnum ættarlið eftir ættarlið.

Við hesum verður ynskt tygara hátign blíðan byr.

Við hávirðing

Aksel V. Johannesen

Myndir: 

DR

Patrick van Katwijk/Getty Images

Bjarni Árting Rubeksen