Tíðindafundur var fyri løtu síðan við PET og Københavns Politi í samband við anti-terror aktiónirnar, sum hava verið í Danmark í dag.
Flemming Drejer, chefpolitiinspektør hjá PET, segði, at 3 persónar eru handtiknir og verða skuldsettir fyri brot á yvirgangsásetingarnar í revsilógini.
Handtiknu persónarnir verða grundlógaravhoyrdir í dag. Í tí sambandi verður umbiðið, at rættarmálið skal fara fram handan tvífalt læstar dyr (da: dobbeltlukkede døre).
Samstundis sum 3 persónar eru handtiknir í Danmark, er ein handtikin í Hollandi.
PET kallar hetta eitt “trygdartiltak”, tí persónarnir vórðu handtikir tíðliga í kanningararbeiðinum. Tó eru kanningarnar ikki lidnar enn.
Rannsóknir eru í gognd í 5 ymiskum politiøkum í Danmark.
Sambært PET hevur eitt netverk av persónum verið í gongd við at fyrireika eina yvirgangsatsókn. Víðari varð sagt, at samband er við bandaumhvørvið har ímillum ólógliga bandan Loyal to Familia.
Hóttanarstigið í Danmark hevur verið á 4 (út av 5) í longri tíð, og hóttanarstigið verður óbroytt.
Politiið er tí meir til staðar enn vanligt m.a. í jødiskum umráðum í Danmark.
Flemming Drejer segði, at líkindini fyri, at danir verða raktir av yvirgangi, eru forsvinnandi lítil.
Peter Dahl, leiðandi politiinspektør hjá Københavns politi, segði á tíðindafundinum, at politiið fer at vera enn meiri til staðar, enn tey hava verið. Peter endar við at siga, at “det er trygt og sikkert at bo i København, og det vil det også være efter i dag.”.