Ein fyrrverandi danskur ST-hermaður varpar nú ljós á, hvussu torført tað hevur verið hjá ST-friðarvarðveitandi herdeildum at arbeiða í Suðurlibanon gjøgnum árini.

Í eini samrøðu við danska blaðið BT sigur hermaðurin Michael, sum ikki ynskir at avdúka eftirnavnið hjá sær, at islamiski yvirgangsfelagsskapurin Hezbollah hevur gjørt, at ST hevur verið óarbeiðsført í Libanon øll hesi árini, ST hevur verið í landinum.

ST friðarvarðveitandi herdeildir hava síðan 2006 havt sum uppgávu at tryggja, at Hezbollah ikki skal vera í Suðurlibanon, og at yvirgangsfelagsskapurin skal vera ávvápnaður. Men hendan uppgávan hevur verið ógjørlig at handhevja, og longu fyri tíggju árum síðan var heilt galið, sambært danska hermanninum.

– Vit vóru fullkomiliga undir ræðinum hjá Hezbollah. Vit høvdu heilt greitt avmarkað frælsi at flyta okkum. Sum dømi so arbeiddu vit ongantíð um kvøldið ella um náttina, tí vit vóru bangin fyri Hezbollah. – Teir blokeraðu eisini vegirnir fyri okkum. Teir vóru ikki sjónliga vápnaðir, men øgiliga ágangandi. Vit vistu, hvør hevði valdið, serliga í teimum shiamuslimsku býunum. Teir vildu ikki hava, at vit sóu, hvat teir gjørdu, sigur danski hermaðurin millum annað við BT.

Øll greinin kann lesast á heimasíðuni hjá BT undir heitinum “Michael var FN-Soldat i Libanon: vi var totalt underlagt Hezbollah.