Erika Anne Hayfield, dekanur og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur útgivið nýggja vísindaliga grein, sum vísir, at tað er serstakliga torført hjá tilflytarum at gerast partur av føroyska samfelagnum.

Vøksturin í tilflytingini til Føroya hevur verið ómetaliga stórur bara hetta seinasta tíggjuáraskeiðið og hevur tikið landið á bóli. Samfelagið, sum er í broyting, er raknað við til ein nýggjan veruleika við fjølbroyttum íbúgvaraskara. Vantandi samfelagsliga fyrireikingin – saman við eini longu overvaðari og sera lítlari almennari fyrisiting – elvir til, at skipanirnar í Føroyum eru komnar undir trýst.

Lesið meira her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/borgaraskapur-uttan-luttoeku-og-uttan-roedd