Síðan 2011 hevur evangeliski felagsskapurin, Atlantic Mission, skipað fyri ferðum til grannalond okkara
og í Føroyum.
Ferð til Randers frá 22. mars til 7. apríl
Aftur í ár varð ein ferð gjørd – og hesaferð til Danmarkar, har Atlantic Mission ikki fyrr hevur verið á
ferð. Ferðin var gjørd til Randers, har vit boðaðu evangeliið frá 22. mars til 7. apríl. Vit vóru 28 í tali á
ferðini – teirra millum 13 ungfólk.
Trúboðanarskipið, Juvel II, var eisini við á ferðini og lá heilt innast í Randersfirði – har tað bert vóru 5
minuttir at ganga til gongugøtuna. Vit høvdu leigað eitt høli mitt í býnum, so bæði báturin og hesi høli
vórðu nýtt til ymisk evangelisk tiltøk hesar dagarnar. Evangeliið varð boðað við gøtuevangelisering, við
samtalu í kaféini, ið var í teimum leigaðu hølunum og við evangeliskum tiltøkum av ymsum slag bæði
umborð og í landi. Evangeliið varð borið til fólk í hundraðtali, og vit takka Gudi fyri, at nøkur vóru, sum
játtaðu trúgv á Jesus.
Ferð til Bømlo í Noregi í heystfrítíðini
Ætlanin er nú – um Gud vil – at gera eina ferð til Bømlo í Noregi í heystfrítíðini – frá 11. til 18. oktober.
Atlantic Mission var evangeliseringsferð á Bømlo í 2017 – tá við Juvel II. Hesa ferð verður flogið báðar
vegir.
Vitjað verður í nøkrum samkomum, á onkrum eldraheimi og møguliga aðrastaðni. Ætlanin er eisini at
ganga í húsini við lesnaði. Føroyingar, sum búgva á Bømlo, leggja skránna til rættis. Um onkur vil vita
meir um ferðina, kunnu tit seta tykkum í samband við Ruth Gaardlykke, tlf 519090, t-post:
atlanticmission@mail.fo
Nýggjur nevndarlimur
Higartil hava fimm verið í nevndini í Atlantic Mission: Páll á Lakjuni, Ruth Gaardlykke, Svenning av
Lofti, Jógvan Páll Sevdal og Poul Jóhan Djurhuus. Vit hava ta stóru gleði at siga frá, at í ár er Ólavur
Thomsen á Kambsdali komin aftrat í nevndina.
Tøkk
Ein innilig tøkk skal ljóða til øll tykkara, sum hava biðið og annars hava verið til hjálpar á ymsan hátt.
Heitt verður framvegis á samkomur og einstaklingar at biðja fyri Atlantic Mission og fyri ferðini til
Bømlo.