Starv í demensdeildini
Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari? Brennir tú fyri at gera mun fyri menniskju við
demens? So hava vit starvið til tín!
Demensdeildin hjá okkum er í eini støðugari menning.
Hvørji eru vit?
Vit eru ein deild í menning, har nýhugsan og eldhugi fylgja fakliga førleikanum. Vit arbeiða við hjartanum og
høvdinum fyri at veita best møguligu umsorgan og røkt. Vit leggja stóran dent á samstarv, trivnað og
førleikamenning.
Vit søkja eftir tær sum:
Ert fakliga sterk/ur og kanst tryggja høga góðsku í røktini
Hevur royndirnar og hugin at arbeiða við borgarum við demens
Vil gera mun í gerandisdegnum hjá húsfólkunum og skapa tryggleika og gleði
Vit bjóða:
- Møguleika fyri at vera við í eini spennandi menningartilgongd og mynda framtíðar demensrøkt.
- Eitt fakliga sterkt umhvørvi við denti á vitanardeiling og eftirútbúgving.
- Eitt arbeiðspláss við hjartaligheit, har samstarv og trivnaður eru í miðdeplinum.
- Fleksiblar arbeiðstíðir og møguleika fyri at hava ávirkan á egnan arbeiðsdag.
Um teg:
- Tú brennir fyri at arbeiða við borgarum við demens og hevur hug at menna tínar førleikar.
- Tú trívist í einum tvørfakligum samstarvi og veitir íkast við tínum fakligu førleikum.
- Tú ert empatisk/ur, tolin og eldhugað/ur í at skapa bestu karmar fyri húsfólkini.
- Tú hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Tú hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Tú hevur prógv sum heilsuhjálpari
Um tú ynskir at vera partur av okkara starvsfólkahópi, har vit saman ganga á odda og seta nýggj mál fyri
demendeildini, vilja vit fegin hoyra frá tær!
Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF og ávikavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar,
Heilsurøktarfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jonu Dam, deildarleiðara , tlf. nr. 290204 ella við
telduposti til jonad@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til
rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til demensdeildina”.