Sangur Yvir Landamørk.
Stórt norðurlendskt sang og tónleikatiltak í Kelduni.
Sangur Yvir Landamørk, er eitt norðulendskt sang og tónleikatiltak. Sangarar og tónleikarar úr øllum norðurlondum luttaka á hesum tiltakinum.
Tiltakið, Sang Over Grenser, var fyrstu ferð hildið í Vennesla í Noregi í 2022 og var sama stað í 2023. Í ár verður tað so í Føroyum, í Kelduni, Skálafirði í døgunum 9 – 11 mai.
Neyvan hevur nakað størri norðurlendskt kristiligt sang og tónleikatiltak verið í Føroyum. 24 solistar og bólkar frá øllum noðurlondum luttaka.
Í alt 6 konsertir vera á skránnið, 2 hvønn dag.
Millum teir norðurlendsku luttakararnar kunnu vit nevna nakrar: Emilia Lindberg og Mikael Järlestrand úr Svøríki, Synnøve Aanesen og Rett Kurs úr Noregi, Siggi Ingemars úr Íslandi, Kristoffer Streng og Stefan Janson úr Finlandi, Silje Sejergaard og Hanna Thomsen úr Danmark, Blátt Gras og Betesdakórið úr Føroyum og nógv fleiri.
Eisini eitt norðurlendskt ferðalið á umleið 300 fólk koma til Føroya at uppliva hetta.
Hetta er ein góður møguleiki at hoyra góðan fjølbroyttan norðurlendskan kristnan sang og tónleik.
Atgongumerkjasølan fer framm á billett.fo