Saman við Mariu og Jósefi, eini rúgvu av hirðum, nøkrum vísum monnum og nógvum, nógvum einglum, kanst tú hoyra um, hvussu Gud helt sítt stóra jólalyfti.

Enn ein bók er nú komin í røðini, „Sannar søgur”. Í hesi røðini av vakurt myndprýddum barnabókum, sum bæði eru lættar at lesa og hugvekjandi at hyggja í, hoyra børn søgur úr Bíbliuni og um alt tað, bókanna bók hevur at siga bæði børnum og vaksnum.

„Stóra jólalyftið” er fimta bókin, sum er komin í røðini. Hinar fýra eru, „Undrið klokkan eitt”, „Ein garður, eitt forhang og ein krossur”, „Stormurin, sum steðgaði” og „Heilt ótrúliga framúr frálíka veitslan í allar ævir”.

Umframt bókina sjálva, fæst eisini ein jólalig máli- og ítrivsbók, saman við einum jólakalendara og andaktsbók. Máli- og ítrivsbókin er á tremur við villiniborgum, orðaspølum og gátum, sum børn kunnu lita og loysa. Jólakalendarin og andaktsheftið eru snikkað soleiðis til, at børn og vaksin saman kunnu lesa í bíbliuni alla jólahøgtíðina og sjálv síggja, hvussu Gud hevur hildið sítt stóra jólalyfti.

Arni Zachariassen hevur týtt tilfarið til føroyskt. Bøkurnar og kalendarin fáast til keyps á nethandlinum, www.leirkerid.fo, og í bókahandlunum kring landið.