Umleið 120 listaverk verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar. NSÍ Stuðlar hava tikið stig til framsýningina, og millum listafólkini eru fleiri av okkara kendu.

Í mong harrans ár var listaframsýningin í Runavík fastur táttur hvørjar páskir. Tað var Lions Club Eysturoy, ið skipaði fyri í meira enn 30 ár, men seinnu árini hevur eingin framsýning verið.

Nú taka NSÍ Stuðlar táttin uppaftur, og báðar páskadagarnar verður sostatt stór listaframsýning í Skúlanum við Løkin. Báðar dagar verður opið frá klokkan 14 til 20.

Tilsamans sýna eini 30 listafólk fram um 120 listaverk, og millum listafólkini eru so kend nøvn sum Livar Nysted, Øssur Mohr, Kári Svensson, Anna Mohr, Finnleif Mortensen og fleiri onnur.

Tá ið framsýningin letur upp páskadag klokkan 14, fer Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at flyta fram røðu og seta framsýningina, sum eisini er søluframsýning.

Harumframt er atgongumerkið, ið kostar 50 krónur lutaseðil, so ein heppin vitjandi kann vinna ein málning. Eisini fæst ein drekkamunnur til keyps við einum køkubita afturvið.