Tónleikastjórin á G! lovaði veitslu, og veitsla skal tað verða.
Specktors, kúllarnir úr Danmark, hava rungað úr hvörjum diskoteki í danska býarlívinum í fleiri ár. Tónleikurin er lættur at skilja, tá ið basstrumman slær fýra í gólvið. Men tak ikki feil, Specktors hava kant, og ljóðið er frekt og modernað.
Tá ið Unz, Unz, Unz, Unz fer í gongd vita vit, at öll tey dansiglaðu koma tysjandi, tí tá verður ringt inn til veitslu.
Vit síggjast á dansigólvinum á G! 2024, tá ið Specktors taka yvir!
Longu nú er greitt, at Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), The Longest Johns (UK), Einangran (FO), Knút (FO), Ash Olsen (FO) og nú eini Specktors (DK) spæla á G! 2024, fylg við á okkara sosialu miðlum, tí hvönn týsdag kl. 9.00 kunngera vit eitt nýtt navn.