Aftur í ár er G! við til at hátíðarhalda spæl föroyskt vikuna.
Útlendsku növnini fylla nógv í prátinum gjögnum árið, men hesa vikuna verður fokusið sett á föroysk növn. Og föroysk növn hava avgerðandi týdning fyri hvussu skráin verður myndað, og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi lötur.
Summi eru ung, onnur tilkomin. Summi spæla mest úti í heimi og onnur mest her heima.
Hvör fuglur syngur við sínum nevi, og vit eru errin av öllum. Tónleikaríkidömið er sanniliga stórt í hesum landi.
Sjey föroysk növn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur föroysk kunngjörd növn higartil eru Einangran, Knút og Eivör.
Fylg við á gfestival.fo, tí hvönn morgun hesa vikuna kunnger G! eitt spennandi föroyskt tónleikanavn.